Dansinbandsfestivalurin nærkast í hvørjum og áhugin fyri Dansibandsfestivalinum er størri enn nakrantíð fyrr. Útselt er á kampingøkinum og forsølan av vikuskiftispassum gongur væl.
Umframt góðan norskan dansibandstónleik við Contiki, so fara Sommerson Band eisini at spæla á Dansibandsfestivalinum í ár.
Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. Mai 2024 – okur gleða okkum til eitt gott vikuskiftið í Vági.
Á sumri 2014 var á fyrsta sinni skipað fyri Dansibandsfestivali í Vági og hevur síðani 2015 ár um ár (undantikið í 2020, tá korona-farsóttin herjaði) verið skipað fyri Dansibandsfestivali í Vági. Komandi ár verður Dansibandsfestivalurin sostatt 10 ár og sjálvandi fara okur at gera eitt sindur eyka burturúr.
Sum vant bjóða okur eina fjøltáttaða skrá fríggjakvøld og allan leygardagin og leygarkvøldið á tamb. Innihaldið er kent: Góður dansur, góður tónleikur, góður matur, náttúruupplivingar, og ikki minst hugni og gestablídni.
Komandi ár verður lagt afturat skránni og frætta tykur sjálvandi meiri um tað, so hvørt okur nærkast. Longu nú kunnu okur tó avdúka, at kenda norska dansibandsorkestrið Contiki fer á pall á Eiðinum í Vági til Dansibandsfestivalin 2024.
Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. Mai 2024 og forsølan við serprísi fram til ársskiftið byrjar fyrsta dagin.
Okur gleða okkum til at halda 10 ára føðingardag saman við tykkum.
Eins og undanfarin ár, so hevur Dansibandsfestivalurin aftur í ár gjørt av at lata stuðul til ymisk feløg. Í ár varð tilsamans latið 154.000 kr. í stuðli til VB, FC Suðuroy, Johannu TG 326, Eydnudeildina Svanarnir í Suðuroy, Beran, Reyða Kross, og Dronninglundferðina hjá Ungdómsdeildini hjá VB.
Okur takka øllum fyri ein einstandandi Dansibandsfestival í 2023 og gleða okkum til Dansibandsfestivalin 2024, sum verður í døgunum 3. og 4. Mai 2024.
Meiri verður sjálvandi at frætta um hetta tíðliga í heyst.
Dansibandsfestivalurin í Vági er dansur, tónleikur, hugni, góðar upplivingar og ikki minst góður matur – og stóra grillkvøldið er eitt av hæddarpunktunum á Dansibandsfestivalinum.
Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum. Í ár verður Steintóra Gleðisheygg Joensen prestur.
Herfyri skipaði Dansibandsfestivalurin fyri búmerkjakapping, har børn í Vágs Skúla lótu inn uppskot til búmerkið til Dansibandsfestivalin.
Nú Dansibandsfestivalurin byrjar í kvøld og tiltøkini á Eiðinum byrja fríggjakvøldið, verður nýggja búmerkið hjá Dansibandsfestivalinum, sum Ingvá Ann Hansen, Lilja Strøm Winther og Ronja Holm Kilgour hava teknað sjálvandi eisini sjónligt.
Tær tríggjar vóru á Eiðinum í dag, har tær eru avmyndaðar saman við Hans Jacob Hjelm frá Dansibandsfestivalinum.