So er skráin til Dansibandsfestivalin 2023 klár og okur gleða okkum at taka ímóti gestum á Eiðinum í Vági.
Skráin fyri Dansibandsfestivalin 2023.
Tórsdagin 4. Mai 2023
Kl. 19.00 Sum vant byrjar Dansibandsfestivalinum við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Hentzar, Terji og Erolf.
Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65 ár og eldri.
Fríggjadagin 5. Mai 2023
Kl. 11.00 – 13.00 Brunch í Vág Høll við stóra kalda borðinum. Kostnaður 150 kr. (50 fyri børn í skúlaaldri) – er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 13.30 Konsert við Magni Christiansen í Vágs høll. Ókeypis tiltak.
Kl. 19.30 Syngið við og suppa í Vágs Høll við luttøku av Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen, Rúna í Lágabø, Hilmar í Lágabø og Eddie Bech. Borðstjóri verður Kári Poulsen. Kostnaður fyri Syngið við og suppu & fyri dansin tils. 400 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.
Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Contrazt (NO) og Gutta fra Scandinavia (NO) spæla til dansin og í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá Uppá tá fyri tónleikinum. Kostnaður 350 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 03.00 Dansurin endar.
Leygardagin 6. mai 2023
Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við vestanfyri VB-húsið.
Kl. 13.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Steintóra Erhardsdóttir, prestur, prædikar. Gutta fra Scandinavia framføra undir gudstænastuni.
Kl. 14.30 Line-dansur í Vágs Høll. Tiltakið kostar 100 kr – er íroknað vikuskiftipassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Verður selt í forsølu sum leygardagspass à 700 kr., um pláss er eftir – er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 23.00 Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia (NO) og Hans Jacob & Vinmenn. Kostnaður 350 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 04.00 Dansurin endar.