Gleða okkum at síggja tykkum aftur næsta ár

Mynd Bjartur Vest

Okur takka hjartaliga fyri í ár – og gleða okkum at síggja tykkum aftur næsta ár

Nakrir fantastiskir dagar við Dansibandsfestivalin í Vági eru farnir afturum – og kensla er góð, fløvandi og full av takksemi.

Skráin var góð, innihaldið ríkt og fjøltáttað, men tað eru tykur øll – tey smílandi andlitini í stórum hundrað tali – sum gera Dansibandsfestivalin til nakað heilt serligt. Hjartaliga takka okur tykkum fyri tað.

Takk til øll hjálparfólk, til Vágs kommunu, og til allar festivalgestir.

Okur gleða okkum til at taka ímóti tykkum aftur næsta ár – og Dansibandsfestivalurin 2027 verður í døgunum 30. apríl 1. mai 2027.

Forsølan byrjar fyrst í september og tað fara tykur at frætta nógv meiri um seinni.

Myndina tók Bjartur Vest. Komandi dagarnar fara okur at leggja fleiri myndir út á Facebook-vangan, sum Bjartur Vest hevur tikið, og fara eisini at leggja út filmsupptøkur frá Dansibandsfestivalinum, sum Maria Luiza Jacobsen hevur staðið fyri.

Annika Magnussen Gaard, prestur til Dansibands-gudstænastuna

Ein av afturvendandi hátíðarligu løtunum á Dansibandsfestivalinum í Vági, er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum.

Í ár verður tað Annika Magnussen Gaard, sum er sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, sum verður prestur til Dansibands-gudstænastuna.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 2. og 3. mai – og bjóðar Dansibandsfestivalurin øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til góðan dans og tónleik, til góðan mat, og ikki minst til hugna og gestablídni.

Gutta fra Scandinavia aftur á Dansibandsfestivalin

Dansibandsfestivalurin í Vági kann næstan sigast hava tvey “húsorkestur”: Hans Jacob & Vinmenn og Gutta fra Scandinavia – og Steinar og Terje fara aftur í ár á pallin á Dansibandsfestivalinum.

Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestri Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestrið í Norra nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.

Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond og aðrastaðni við undir heitinum Gutta fra Scandinavia.

Í 2017, í 2019 og eisini í 2023 vitjaðu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági og var talan um fantastisk dansikvøld, og verður nú aftur høvið at njóta dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági 2025.

Linedansur við Birgir og Hervør

Dansibandsfestivalurin nærkast og nú eru góðir 2 mánaðir til føroya hugnaligasta festival.

Komandi vikurnar verður greitt frá fleiri tættum í skránni á Dansibandsfestivalinum 2025 – og eru okur sera fegin um, at Birgir og Hervør koma at hava linedans á Dansibandsfestivalinum 🙂

Linedansur hevur verið á skránni á skiftandi Dansibandsfestivalum – og seinasta var áhugin so stórur, at linedansurin varð fluttur í Vágs Høll. Tað verður linedansurin eisini í ár, og eru tað Birgir og Hervør Samuelsen, sum fara at stíla fyri.