Musikk og moro á Dansibandsfestivalin 2024

“Musikk og moro” við Hans Olav Trøen og Odd Arne Sørensen á Dansibandsfestivalin

Dansibandsfestivalurin í Vági nærkast – og hetta vikuskiftið fyrst í mai, sum handlar um góðan tónleik, góðan dans, góðan mat, hugna og gott undirhald verður í ár betri enn nakrantíð.

Og nú er eisini greitt, at kendu norsku dansibandstónleikararnir Hans Olav Trøen og Odd Arne Sørensen, sum saman ferðast kring Norðurlond við tiltakinum “Musikk og moro” koma á Dansibandsfestivalin í ár.

Vikuskiftispass fáast á billett.fo. Kampingplássini eru útseld, men enn eru nøkur vikuskiftispass eftir.

Okur gleða okkum at taka væl ímóti tykkum á Dansibandsfestivalinum í Vági 2024.

Hans Jacob og vinmenn á Dansibandsfestivalin 2024

Ongin Dansibandsfestivalur uttan Hans Jacob & Vinmenn – og sjálvandi verður besti dansibandsbólkur í landinum á Dansibandsfestivalinum í ár.

Hans Jacob & Vinmenn fara aftur í ár á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum verður vikuskiftið 3. og 4. mai. Og hava Hans Jacob & vinmenn spælt á øllum Dansibandsfestivalum uttan í 2022.

Áhugin fyri Dansibandsfestivalinum er sera stórur og nú góðar 3 vikur eru til Dansibandsfestivalin eru met nógv vikuskiftispass seld í forsølu. Ætlar tú tær til øll tiltøkini á Dansibandsfestivalinum, so er at gera skjótt av. Vikuskiftispass kunnu keypast á billett.fo.

Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til Dansibands-gudstænastuna

Ein av afturvendandi hátíðarligu løtunum á Dansibandsfestivalinum í Vági, er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum.

Í ár eru okur fegin um at kunna boða frá, at Jógvan Fríðriksson, bispur, verður prestur til Dansibands-gudstænastuna.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. mai – og bjóðar Dansibandsfestivalurin øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til góðan dans og tónleik, til stórt kalt borð og grillkvøld, og ikki minst til hugna og gestablídni.

Sommerson Band á Dansibandsfestivalin 2024

Dansinbandsfestivalurin nærkast í hvørjum og áhugin fyri Dansibandsfestivalinum er størri enn nakrantíð fyrr. Útselt er á kampingøkinum og forsølan av vikuskiftispassum gongur væl.

Umframt góðan norskan dansibandstónleik við Contiki, so fara Sommerson Band eisini at spæla á Dansibandsfestivalinum í ár.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. Mai 2024 – okur gleða okkum til eitt gott vikuskiftið í Vági.

Dansibandsfestivalurin 10 ár

Á sumri 2014 var á fyrsta sinni skipað fyri Dansibandsfestivali í Vági og hevur síðani 2015 ár um ár (undantikið í 2020, tá korona-farsóttin herjaði) verið skipað fyri Dansibandsfestivali í Vági. Komandi ár verður Dansibandsfestivalurin sostatt 10 ár og sjálvandi fara okur at gera eitt sindur eyka burturúr.

Sum vant bjóða okur eina fjøltáttaða skrá fríggjakvøld og allan leygardagin og leygarkvøldið á tamb. Innihaldið er kent: Góður dansur, góður tónleikur, góður matur, náttúruupplivingar, og ikki minst hugni og gestablídni.

Komandi ár verður lagt afturat skránni og frætta tykur sjálvandi meiri um tað, so hvørt okur nærkast. Longu nú kunnu okur tó avdúka, at kenda norska dansibandsorkestrið Contiki fer á pall á Eiðinum í Vági til Dansibandsfestivalin 2024.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. Mai 2024 og forsølan við serprísi fram til ársskiftið byrjar fyrsta dagin.

Okur gleða okkum til at halda 10 ára føðingardag saman við tykkum.