Dansibandsfestivalurin eydnaðist aftur í ár sera væl, ikki minst takka verið øllum teimum, sum løgdu leiðina til tiltøkini á Dansibandsfestivalinum.

Læs mere: Dansibandsfestivalurin latið 154.000 kr. í stuðli

Eins og undanfarin ár, so hevur Dansibandsfestivalurin aftur í ár gjørt av at lata stuðul til ymisk feløg. Í ár varð tilsamans latið 154.000 kr. í stuðli til VB, FC Suðuroy, Johannu TG 326, Eydnudeildina Svanarnir í Suðuroy, Beran, Reyða Kross, og Dronninglundferðina hjá Ungdómsdeildini hjá VB.

Okur takka øllum fyri ein einstandandi Dansibandsfestival í 2023 og gleða okkum til Dansibandsfestivalin 2024, sum verður í døgunum 3. og 4. Mai 2024.

Meiri verður sjálvandi at frætta um hetta tíðliga í heyst.