Annika Magnussen Gaard, prestur til Dansibands-gudstænastuna

Ein av afturvendandi hátíðarligu løtunum á Dansibandsfestivalinum í Vági, er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum.

Í ár verður tað Annika Magnussen Gaard, sum er sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, sum verður prestur til Dansibands-gudstænastuna.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 2. og 3. mai – og bjóðar Dansibandsfestivalurin øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til góðan dans og tónleik, til góðan mat, og ikki minst til hugna og gestablídni.

Gutta fra Scandinavia aftur á Dansibandsfestivalin

Dansibandsfestivalurin í Vági kann næstan sigast hava tvey “húsorkestur”: Hans Jacob & Vinmenn og Gutta fra Scandinavia – og Steinar og Terje fara aftur í ár á pallin á Dansibandsfestivalinum.

Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestri Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestrið í Norra nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.

Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond og aðrastaðni við undir heitinum Gutta fra Scandinavia.

Í 2017, í 2019 og eisini í 2023 vitjaðu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági og var talan um fantastisk dansikvøld, og verður nú aftur høvið at njóta dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági 2025.

Linedansur við Birgir og Hervør

Dansibandsfestivalurin nærkast og nú eru góðir 2 mánaðir til føroya hugnaligasta festival.

Komandi vikurnar verður greitt frá fleiri tættum í skránni á Dansibandsfestivalinum 2025 – og eru okur sera fegin um, at Birgir og Hervør koma at hava linedans á Dansibandsfestivalinum 🙂

Linedansur hevur verið á skránni á skiftandi Dansibandsfestivalum – og seinasta var áhugin so stórur, at linedansurin varð fluttur í Vágs Høll. Tað verður linedansurin eisini í ár, og eru tað Birgir og Hervør Samuelsen, sum fara at stíla fyri.

BRIS á Dansibandsfestivalin 2025

Forsølan til Dansibandsfestivalin 2025 gongur væl og kampingplássini eru útseld fyri tíð síðani.

Komandi tíðina fara okur at fortelja meiri um Dansibandsfestivalin 2025 – og gleðast okur um at norsku BRIS koma at spæla á Dansibandsfestivalinum í ár.

BRIS er eitt dansibands orkestur úr Bergen, sum umframt at spæla egnan tónleik eisini spælir tónleik hjá øðrum.

BRIS eru kend fyri at spæla sera góðan dansibands-tónleik og leggja lunnar undir einum framúr góðum dansikvøld har humørið er í topp.

BRIS er saman sett av fimm royndum tónleikarum og eru teir:

Kjell Kallestad – Vokal

Arthur Lien – Trummer/vokal

Thor H. Hermansen – Gittar/vocal

Geir Skjeldnes – Bassgittar/vocal

Bård Hansen – Keyboard