Dansibandsfestivalurin í Vági varð fyrstu ferð skipaður á sumri 2014 og hevur síðan 2015 ár um ár verið skipaður fyrsta vikuskiftið í mai mánað.
Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld. Bjóða verður til góðan dansibands-tónleikur, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.
Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslidnu náttúruni kring Vág, og ikki minst hugna og gestablídni.