Á sumri 2014 var á fyrsta sinni skipað fyri Dansibandsfestivali í Vági og hevur síðani 2015 ár um ár (undantikið í 2020, tá korona-farsóttin herjaði) verið skipað fyri Dansibandsfestivali í Vági. Komandi ár verður Dansibandsfestivalurin sostatt 10 ár og sjálvandi fara okur at gera eitt sindur eyka burturúr.
Sum vant bjóða okur eina fjøltáttaða skrá fríggjakvøld og allan leygardagin og leygarkvøldið á tamb. Innihaldið er kent: Góður dansur, góður tónleikur, góður matur, náttúruupplivingar, og ikki minst hugni og gestablídni.
Komandi ár verður lagt afturat skránni og frætta tykur sjálvandi meiri um tað, so hvørt okur nærkast. Longu nú kunnu okur tó avdúka, at kenda norska dansibandsorkestrið Contiki fer á pall á Eiðinum í Vági til Dansibandsfestivalin 2024.
Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. Mai 2024 og forsølan við serprísi fram til ársskiftið byrjar fyrsta dagin.
Okur gleða okkum til at halda 10 ára føðingardag saman við tykkum.