Dansibandsfestivalurin í Vági kann næstan sigast hava tvey “húsorkestur”: Hans Jacob & Vinmenn og Gutta fra Scandinavia – og Steinar og Terje fara aftur í ár á pallin á Dansibandsfestivalinum.

Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestri Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestrið í Norra nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.

Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond og aðrastaðni við undir heitinum Gutta fra Scandinavia.

Í 2017, í 2019 og eisini í 2023 vitjaðu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági og var talan um fantastisk dansikvøld, og verður nú aftur høvið at njóta dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági 2025.