Dansibandsfestivalurin nærkast og nú eru góðir 2 mánaðir til føroya hugnaligasta festival.
Komandi vikurnar verður greitt frá fleiri tættum í skránni á Dansibandsfestivalinum 2025 – og eru okur sera fegin um, at Birgir og Hervør koma at hava linedans á Dansibandsfestivalinum
Linedansur hevur verið á skránni á skiftandi Dansibandsfestivalum – og seinasta var áhugin so stórur, at linedansurin varð fluttur í Vágs Høll. Tað verður linedansurin eisini í ár, og eru tað Birgir og Hervør Samuelsen, sum fara at stíla fyri.