Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 6. og 7. mai – og bjóðar Dansibandsfestivalurin sum øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans, morgunmat og grillkvøld, og ikki minst hugna og gestablídni

Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum.

Orsaka av, at Steintóra Gleðisheygg Joensen hevur fingið forfall, so verður tað í staðin Havstein Klein, sum verður prestur til Dansibands-gudstænastuna í ár.

Havstein er sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi.