So er skráin til Dansibandsfestivalin 2022 tøk.
Tórsdagin 5. Mai 2022
Kl. 19.00 Sum vant byrjar Dansibandsfestivalinum við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Hentzar og Árni við harmoniku.
Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65 ár og eldri.
Fríggjadagin 6. Mai 2022
Kl. 18.00 – kl. 21.00 Stóra kalda borðið í Vágs Høll og syngið við kvøld við luttøku av Dagfinn Olsen, Rúni í Lágabø og Hilmar í Lágabø. Borðstjóri verður Kári Poulsen. Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.
Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Ingemars (NO) spælir til dansin og í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá Uppá tá fyri tónleikinum. Dansurin kostar 300 kr. – er íroknaður vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 03.00 Dansurin endar.
Leygardagin 7. mai 2021
Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 14.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Havstein Klein, prestur, prædikar. Hans Jacob Hjelm framførir undir gudstænastuni.
Kl. 15.30-17.00 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í Vágs Høll. Tiltakið kostar 100 kr – er íroknað vikuskiftipassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er oksasteik, glaseraði eplir, carottir, salat og piparsós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen. Kostnaður 300 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Contiki og Sommerson Band. Kostnaður 300 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 04.00 Dansurin endar.