Eitt av væl vitjaðu tiltøkunum á Dansibandsfestivalinum er brunsh í Vágs Høll leygardag. Í ár verður tó broyting í skránni, soleiðis at ongin brunsh verður leygardag, men í staðin verður stórt kalt borð í Vágs Høll við framúr góðum mati ikki minst við alskyns føroyskum mati.
Saman við góðum mati verður sjálvsagt eisini góður felagssangur har Hjalmar & Dagfinn luttaka.
Stóra kalda borðið í Vágs Høll byrjar kl. 18 og er møguligt at eta fram til kl. 21.
Myndin er frá brunsh til seinasta Dansibandsfestival.