Var alt sum vanligt, so vóru vit longu væl ígongd við Dansibandsfestivalin 2020 við fjøltáttaðar og spennandi skrá, men hesum hevur corona-støðan forðað fyri.

Skoytast kann uppí, at Dansibandsfestivalurin er fyribils útsettur. Verða tilmælini fyri summarið broytt í mai mánað, so verður støða tikin til um Dansibandsfestivalurin verður í summar og lýst verður sjálvsagt nærri, tá tann avgerðin er tikin.

Men hóast ongin Dansibandsfestivalur er hetta vikuskiftið, so skulu tit nógvu, sum høvdu ætlanir um at leggja leiðina til Vágs hesa vikuna, ikki verða heilt við sviðið soð.

Tí leygarkvøldið kl. 21 fara Hans Jacob & Vinmenn at spæla góðan dansitónleika í VB-húsinum sum verður stroymaður á facebook síðuni hjá Dansibandsfestivalinum.

Vit gleða okkum at geva tykkum eitt sindur av Dansibandsfestival-kensluni, nú tað ikki ber til at geva tykkum framúr góðu upplivingarnar á Dansibandsfestivali í Vági.

Stroymað verður á Facebook síðuni Dansibandsfestivalurin í Vági og byrjað verður kl. 21.