Beinleiðis dansibandsgudstænasta úr Vágs Høll kl. 14.
Leinkjan er her: https://youtu.be/UKEOQQf6BGg
Beinleiðis dansibandsgudstænasta úr Vágs Høll kl. 14.
Leinkjan er her: https://youtu.be/UKEOQQf6BGg

Ein hátíðarligur partur av skránni til Dansibandsfestivalin er Dansibandsgudstænastan í Vágs Høll, sum altíð er væl vitjað. Dansibandsgudstænasta er leygardagin kl. 14.
Í ár verður Uni Næs, dómpróstur, prestur á Dansibandsgudstænastuni og harumframt fer Magni Christiansen at framføra til gudstænastuna. Klokkari verður Mikkjal á Løðhamri og Elin Jacobsen verður degnur til gudstænastuna.
Sálmarnir, sum sungnir verða, eru ”Boðar tú til allar tjóðir” og ”Tíðin rennur sum streymur í á”.
Sum nakað nýtt, verður Dansibandsgudstænastan stroyma á internetinum í ár, hetta umvegis Youtube-rásina ”Vágur, Faroe Islands”, sum tú finnur her.
Leinkja til stroymingina verður eisini løgd út á heimasíðuna hjá Dansibandsfestivalinum, www.dansibandsfestivalur.fo og á facebook-vangan hjá Dansibandsfestivalinum.
Klokkan 10 fyrrapartin byrjar skráin seinna dagin á Dansibandsfestivalinum, tá tað – sum vant – verður ókeypis gongutúrur í vøkru náttúruni kring Vág. Byrjað verður við Tríkantin á Sandinum kl. 10.
(mere…)Í dag, fríggjadagin 30. apríl, byrjar Dansibandsfestivalurin í Vági, sum í ár verður tann størsti nakrantíð. Vesturi á Eiðinum, eystanfyri og vestanfyri Vágs Høll, er ein heil bygd av kampingvognum, sum hava lagt leiðina til Vágs seinastu dagarnir.
(mere…)Armbondini til Dansibandsfestivalin 2021 verða útflýggjaði í VB-húsinum ónsdagin og tórsdagin frá kl. 17 til kl. 18.
(mere…)So er skráin til Dansibandsfestivalin 2021 klár og eru lunnarnir lagdir undir einum framúr vikuskifti í Vági við góðum dansitónleiki, konsertum, góðum mati, gudstænastu, gongutúri í vøkru náttúruni kring Vág – og ikki minst hugna.
(mere…)Eitt av spennandi tiltøkunum til Dansibandsfestivalin í ár er line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen.
(mere…)Áhugin fyri Dansibandsfestivalinum er sera stórur og nú eru vikuskiftispassini til Dansinbandsfestivalin 2021 útseld !
(mere…)Ein afturvendandi og hátíðarligur partur av Dansibandsfestivalinum er Dansibandsgudstænastan, sum verður leygardagin (1. mai) á festivalinum.
(mere…)
Vikuskiftið 30. apríl og 1. mai verður Dansibandsfestivalur í Vági. Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld.
Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.
Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.
Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á Dansibandsfestivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum.
Longu nú er greitt, at m.a. hesi fara á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár:
Hans Jacob & vinmenn
Sunrise
Norrøna Dansband
FourMen
Atgongumerkjasølan
Nógv keyptu vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2020 og tey, sum ikki hava fingið endurgjald fyri vikuskiftipassið, hava vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021.
Vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021 kunnu keypast á www.billett.fo – kostnaður 995 kr. (+ 20 kr. í avgjaldi).
Íroknað í prísinum er:
Fríggjakvøld:
Syngið við kvøld og dansur fríggjakvøld.
Leygardag:
Gongurtúrur við ferðaleiðara, Brunsj, Dansibandsgudstænasta, Grillkvøld, dansur leygarkvøld.