Klokkan 10 fyrrapartin byrjar skráin seinna dagin á Dansibandsfestivalinum, tá tað – sum vant – verður ókeypis gongutúrur í vøkru náttúruni kring Vág. Byrjað verður við Tríkantin á Sandinum kl. 10.

Kl. 14 er Dansibandsgudstænasta við Una Næs, dómprósti, har Magni Christiansen eisini fer at syngja og spæla. Dansibandsgudstænastan verður stroymd beinleiðis.

Frá kl. 15.30 til kl. 17 er aftur line-dansur á skránni við Birgir og Hervør Samuelsen – eitt tiltak, sum var sera væl vitjað fríggjadagin.

Kl. 19.30 verður grillkvøld í Vágs Høll. Útselt er til grillkvøldið, har tað verða út við 400 fólk, sum fara at njóta løturnar saman við góðum mati, felagssangi og hugna.

Kl. 23 byrjar dansurin í Vágs Høll, har Hans Jacob & vinmenn og Fourmenh spæla.