Dansibandsfestivalurin 2021 er farin framvið og festivalurin gjørdist tann størsti og nógv tann besti nakrantíð.

Smílandi andlit í stórt hundrað-tali frá fyrstu løtu til festivalurin endaði siga nógv – og eru okur takksom fyri stóra stuðulin !

Ikki minst eru okur takksom fyri hjálpina frá stóru fjøldini, sum hjálpti til í døgunum áðrenn festivalin, meðan festivalurin var og í døgunum eftir festivalin.

Dansibandsfestivalur verður aftur í Vági í døgunum 6. og 7. mai 2022 – og í næstum verður meiri at frætta um bæði orkestur, billettsølu, sølu av kampingplássum og mangt mangt annað.

Takk fyri í ár – okur gleða okkum til næsta ár