Eitt av høvuðsnøvnunum á Dansibandsfestivalinum 2023 eru Gutta fra Scandinavia.
Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestri Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestrið í Norra nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.
Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond og aðrastaðni við undir heitinum Gutta fra Scandinavia.
Í 2017 og í 2019 vitjaðu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági og var talan um fantastisk dansikvøld, og verður nú aftur høvið at njóta dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági í døgunum 5. og 6. mai 2023.