Herfyri skipaði Dansibandsfestivalurin fyri búmerkjakapping, har børn í Vágs Skúla lótu inn uppskot til búmerkið til Dansibandsfestivalin.

Nú Dansibandsfestivalurin byrjar í kvøld og tiltøkini á Eiðinum byrja fríggjakvøldið, verður nýggja búmerkið hjá Dansibandsfestivalinum, sum Ingvá Ann Hansen, Lilja Strøm Winther og Ronja Holm Kilgour hava teknað sjálvandi eisini sjónligt.

Tær tríggjar vóru á Eiðinum í dag, har tær eru avmyndaðar saman við Hans Jacob Hjelm frá Dansibandsfestivalinum.