Áhugin fyri Dansibandsfestivalinum er sera stórur og nú eru vikuskiftispassini til Dansinbandsfestivalin 2021 útseld !

Atgongumerki til dansin kunnu keypast við dyrnar og møguleiki verður eisini at keypa atgongumerki til einstøku tiltøkini – meiri verður at frætta um hetta komandi dagarnar.

Skráin fyri Dansibandsfestivalin 2021 kemur út á heimasíðuna seinnapartin sunnudagin.

Okur gleða okkum til eitt gott og hugnaligt vikuskiftið í Vági.