Vikuskiftið 30. apríl og 1. mai verður Dansibandsfestivalur í Vági. Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld.

Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.

Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.

Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á Dansibandsfestivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum.

Longu nú er greitt, at m.a. hesi fara á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár:
Hans Jacob & vinmenn
Sunrise
Norrøna Dansband
FourMen

Atgongumerkjasølan
Nógv keyptu vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2020 og tey, sum ikki hava fingið endurgjald fyri vikuskiftipassið, hava vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021.

Vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021 kunnu keypast á www.billett.fo – kostnaður 995 kr. (+ 20 kr. í avgjaldi).

Íroknað í prísinum er:
Fríggjakvøld:
Syngið við kvøld og dansur fríggjakvøld.

Leygardag:
Gongurtúrur við ferðaleiðara, Brunsj, Dansibandsgudstænasta, Grillkvøld, dansur leygarkvøld.