Eitt av kendastu norsku dansibandsorkestrunum – Ingemars – verður eitt av høvuðsnøvnunum á Dansibandsfestivalinum í 2022.

Ingemars hevur síðani á vári 1986 ferðast kring allan Heim við sínum einastandandi dansibandstónum. -Og komandi ár í mai gongur leiðin so til Vágs, har Ingemars fer at spæla til dans á Dansibandsfestivalinum.

Ingemars eru mannaðir av:
Terje Ingemar Larsson, sangur og gittar
Steve Andersson, sangur og bass
Odd Arne Sørensen, harmonika og klaver
Geir Paulsberg, gittar
Håkon Aasheim, trummur
Karl-Arne Sjøhaug, steelgittar og gittar