Besti dansibandsbólkur í landinum, Hans Jacob & Vinmenn, fara aftur í ár á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum verður vikuskiftið 30. apríl og 1. mai.

Hans Jacob & vinmenn kunnu næstan sigast verða eitt av hús-orkestrunum á Dansibandsfestivalinum, tí bólkurin hevur spælt á øllum festivalum, síðan byrjan í 2014.